Áleið helvtin hava longu heintað startnummar

Kl. 16.00 í dag opnaðu dyrnar í býráðsalinum, har tey tilmeldaðu hava havt møguleika at heinta sítt startnummar og sína blus. Síðan tá hava fólk streyma inn í allan dag, og sigast má, at tað hevur verið ein heilt serligur dámur á Nósloyar Pálsgøtu 32 í dag.

Serliga fólk frá Treysti hava lagt nógv orku í at fyriskipa tiltakið, og tað merktist eisini í býráðshøllini, at tey saman við teimum mongu sjálvbodnu, vóru klár at taka ímóti teimum, sum í dag vóru møtt.

BORGARSTJÓRIN HEVUR HEINTAÐ SÍTT NUMMAR
Eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur verið eftir sínum startnummarið, og hóast tað er minni enn eitt ár síðan, at krúnprinsurin seinast var í Klaksvík, so ger tað ikki dagin minni spennandi.

Sum borgarstjóri gleði eg meg til at taka ímóti teimum mongu fólkunum, sum koma til hetta stóra heilsutiltakið. Vit hava lagt nógva orku í at fyriskipa, soleiðis at tiltakið verður so gott sum gjørligt, og nú gleði eg meg at uppliva tann góða hýrin, undirhaldið og stóru fjøldina, sum fer rennandi gjøgnum býin leygardagin, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjórin greiðir frá, at hansara dagur verður, merktur av leiklutinum sum vertur fyri Krúnprinsinum, og hann leggur afturat, at til sjálva renningina fer hann at ganga mílina saman við familjuni.

Í skrivandi løtu eru yvir 3.950 luttakarir, sum hava teknað seg til Royal Run, so spennandi verður, um vit klára uppá 4.000 luttakarar, áðrenn tilmeldingin letur aftur seinni í kvøld.

Til ber at heinta startnummar og blus í morgin frá kl. 16.00 til kl.18.00

Um neyðugt ber eisini til at heinta startnummar leygardagin 1. juni á start og mál økium.

Kelda: Klaksvík.fo

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: