Áhugaverd framløga um ungdómsgransking hjá Klaksvíkar Kommunu

Undir heitinum “Hvussu trívast ung í Klaksvík” skipaði Klaksvíkar kommuna hóskvøldið tann 24. oktober fyri kunningarfundi í Miðhøllini á Skúlatrøð, har Jógvan Kallsgarð Joensen, cand. soc. krim., legði fram og greinaði nøkur av úrslitunum av ungdóms­gransking, sum kommunan hevur luttikið í síðan 2012.

At evnið er aktuelt og viðkomandi varð staðfest av, at útivið hundrað fólk møttu til kunningarfundin hetta hóskvøldið á Skúlatrøð, og eftir framløguna hjá Jógvani Kallsgarð Joensen nýttu fólk eisini høvið til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Gransking gevur virðismikla vitan
Beinta Klakstein, trivnaðarforkvinna, sum var vertur fyri kunningarfundin, upplýsti, at Klaksvíkar kommuna vil vera við í slíkum viðkomandi granskingarverkætlanum, tí hetta gevur eina virðismikla vitan.

– Henda gransking er við til at lýsa og greina samanhangir og orsøkir til atburð og trivnað hjá ungdóminum og gevur harvið okkum sum kommunu innlit í møgulig fyribyrgjandi innsatsøki, segði forkvinnan.

Kommunan hevur nú luttikið í hesi altjóða ungdómsgranskingini í nøkur ár, og tað letur upp fyri at skráseta gongdina á ymsum økjum og hvussu hetta ávirkar trivnað og atferð.

– Tað er júst hetta, sum endamálið er við greiningararbeiðnum, sum Jógvan Kallsgarð Joensen, cand. soc. krim., hevur gjørt fyri kommununa í summar, og sum hann í hesum døgum leggur fram, bæði alment og fyri trivnaðarnevndini børn og ung og eisini fyri fakfólkum hjá kommununi, upplýsir Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.

– At øll viðkomandi fakfólk kunnu hittast til eina slíka framløgu, er sera gott, tí úrslitini verða viðgjørd út frá nógvum ymiskum vinklum, og er tað eisini við til at gera grundarlagið fyri arbeiðinum frammeftir enn sterkari, sigur Beinta Klakstein at enda.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.