Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara ungu

Almenn framløga verður í Miðhøll á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19:00, har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av ungdómsgransking, sum Klaksvíkar kommuna í samstarvi við skúlan hevur gjørt millum 9. floks næmingar á Skúlatrøð í 2014, 2016 og 2018.

Í londunum uttan um okkum er rákið, at gransking liggur til grundar fyri teimum inntrivum, sum verða sett í verk. Eitt tað mest týdningarmikla við granskingini er, at vit fáa møguleika til at fara frá at gita til at vita.

Hetta var ein av orsøkunum til at Klaksvíkar kommuna í 2014 valdi at luttaka í ungdómsgranskingini, sum er samskipað av Rannsóknir & Greining í Reykjavík.

Í stuttum snýr henda gransking seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu skúlatrivnað­urin er, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkoholi og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað. Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra.

Klaksvíkar kommuna hevur heitt á Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim um, at greina úrslitini av hesi ungdómsgransking frá 2014, 2016 og 2018, soleiðis at hann, í tann mun tað letur seg gera, hevur hugt eftir gongdini hesi árini, og um tað eru tøl, ið eru serliga áhugaverd.

Um tað vísir seg at verða neyðugt, skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar kommunu.

Almenna framløgan verður í Miðhøll á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19:00, har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av hesi gransking.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author