Áheitan til Fólkaflokkin, ruddið upp í almennu nevndunum nú, her 3 nevndir, sum vit gjalda 1.728.492,00 kr. um árið fyri

Haldi tíðin er komin at vit fáa at vita, hvørji fólk sita í teimum mongu almennu nevndunum, hvønn flokk tey umboða og hví tey sita har? Her verður tonkt uppá OPINLEIKAN í okkara samfelag og so kunnu vit eisini fylgja við, um tað yvirhøvur er brúk fyri teimum í øllum teimum mongu almennu nevndunum.

Her ein nevnd, er brúk fyri teimum og hvørjum flokki umboða tey, tit kunnu gita:

Føroya Realkreditstovnur: Hesi sita í nevndini hjá Føroya Realkreditstovni og fáa hesar mánaðar samsýningar, sjá herundir. Haldi ikki nøkur av hesum eru í Fólkaflokkinum og hví sita tey í hesari nevnd? Fáa tey ikki nokk frá tí almenna? og hava tey tíð at sita í hesari nevndini og hava vit brúk fyri hesari nevndini?

Jóannes Eidesgaard Formaður 7.347,00 kr.
Gloria Kalsø Vanligur limur 7.347,00 kr.
Sigurd Poulsen Vanligur limur 7.347, oo kr.

Tilsamans kr. 22.041,00 um mánaðin og 264.492,00 kr. um árið. Hevði hesir pengar ikki verið betri brúktir til tey heimleysu í Føroyum ella Reyða Kross, kanska Jóannes, Gloria og Sigurd kunnu svara uppá spurningin?

Landsbanki Føroya: Hesi sita í nevndini fyri Landsbanka Føroya og fáa hesar mánaðar samsýningar, sjá herundir. Hava hesi tíð at sita í hesari nevnini og eru nøkur av hesum vald av Fólkaflokkinum? og hvat gera øll hesi fólkini í hesari nevndini?

Tummas T. Eliasen Formaður 10.000,00 kr.
Jan Otto Holm Næstformaður 7.000,00 kr.
Fróði Magnussen Vanligur limur 6.000,00 kr.
Zvonko Mrdalo Vanligur limur 6.000,00 kr.
Edvard Heen Vanligur limur 6.000,00 kr.
Elisabeth Eldevig Vanligur limur 6.000,00 kr.
Mathea Hilduberg Vanligur limur 6.000,00 kr.

Tilsamans kr. 47.000,00 um mánaðin og 564.000,00 kr. um árið. Hesir pengar hevði verið betri brúktir til tey bleytu virðini í Føroyum ella hava hesi omanfyri brúk fyri hasum pengunum um mánaðin, fáa tey ikki øll nokk við teirra lønum?

P/F Atlantic Airways: Hesi sita í nevndini fyri Atlantic Airways og fáa hesar mánaðar samsyningar, sjá herundir. Í hesum mánaðinum skal Atlantic Airways hjálpast við 100.000.000,00 kr. og sjálvandi skulu vit hjálpa, tí annars ferð okkara stolta flogfelag á heysin, men hevur hendan nevndin uppiborið at fáa 75.000,00 kr. um mánaðin fyri at sita í nevndini hjá Atlantic Airways, onkur sigur JA og onnur siga NEI, lat meg onki siga, men spæla bóltin víðari til tykkum.

Niels Mortensen Formaður Landsstýrið 20.000,00 kr.
Kaj Johannesen Næstformaður Landsstýrið 15.000,00 kr.
Gunn Ellefsen Vanligur limur Landsstýrið 10.000,00 kr.
Esther Dahl Vanligur limur Landsstýrið 10.000,00 kr.
Jens Eystein í Løðu Vanligur limur Starvsfólkaumboð 10.000,00 kr. 
Andrass Weihe Vanligur limur Starvsfólkaumboð 10.000,00 kr.

Tilsamans kr. 75.000,00 um mánaðin og 900.000,00 kr. um árið. Sera nógvir pengar, men hvussu vera øll hesi 100tals fólkini vald í hesar nevndir? Hjá Atlantic Airways sæst, at fýra hevur Føroya Landsstýrið valt og Atlantic Airways hevur valt tvey. Í hinum nevndinum sæst ikki, hvør hevur valt tey inn og hví tey sita har?

Hetta vóru bara tríggjar almennar nevndir og sum vit gjalda 144.041,00 kr. um mánaðin og 1.728.492 um árið til. Eg haldi hetta er total langt úti og skuldi fyri langt síðani verið settur ein stoppari fyri.

Fólkaflokkurin kann fara at rudda upp í hesum svansinum, so vit øll fáa at vita, hví akkurát ávís fólk vera vald í almennar nevndir og hví onnur ikki vera vald? og tað sum hevur mest týdning, hava vit brúk fyri øllum hesum almennu nevndunum?

SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author