Áheitan: Gestir í Sirkus, Basecamp og Umami eiga at vera varug við møgulig sjúkueyðkenni

Landslæknin heitir nú á øll, sum sunnunáttina hava verið í Sirkus, Basecamp og Umami um at gáa eftir, um tey fáa sjúkueyðkenni. Eru fólk ikki koppsett ella í iva, eiga tey at lata seg kannast sum skjótast. Áheitanin hjá landslæknanum kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, ið fekk staðfest smittuna í gjár, var í býnum sunnunáttina.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: