Áheitan: Gestir á Luux eiga at lata seg kanna

Landslæknin heitir nú á øll, sum vóru á dansistaðnum og barrini Luux í Havn seinasta vikuskiftið, náttina til sunnudag millum kl. 01.00 til 03.30, um at lata seg kanna. Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og barrini.

“Í hesum einstaka føri er tað ómetaliga torført at uppspora smittuna. Vit hava ein greiðan varhuga av, at viðkomandi helst er smittaður í Luux, og tí heita vit á øll um at lata seg kanna sum skjótast,” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author