Aftursvar til Helenu Dam á Neystabø

Yvirskriftin hjá Helenu: “ANDSTØÐAN ØSIR EINA ÓDN í VATNSOPA”. Haldi tað er stór skomm at fíggjarnevndin ikki tordi ella kláraði at koma saman til fundar stóran part av januar. Soleiðis, sum eg síggi støðuna við hesum landstýrinum, hevur verið “ÓDN” frá fyrsta degi av og líka til nú, við út av lagi vánaligum stýri og samanhaldi. Hendan samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hevur havt út av lagi vánaligt stev, at tað skal leitast leingi eftir.
Haldi tíðin er komin at leggja kongin og skriva út nýval, áðrenn álitið á tingið er fokið. So góða Helena! Tit byrjaðu “ÓDNINA”. Tí má Fólkaflokkurin sleppa fram at stýrisvølinum aftur, so at skútan, samfelagið, sleppur trygt aftur í havn.
Hans Joensen, form í Framburðsfelagnum