AFTURSVAR TIL BIRITU F. KJÆRBÆK

Góða Birita F Kjærbæk. Fyrst vil eg ynskja tær eitt gott nýttár.

Ja, rætt er tað, at eg havi sagt nøkurlunda soleiðis tú nevnir um stytta arbeiðsviku.

Eg skal enn einaferð staðfesta tað eg havi sagt, og tað er, at polittikarar skula halda seg burt frá sáttmálaøkinum so leingi hetta er ein samráðingarspurnigur um løn, arbeiðstíð og frítíð o.a.

At lyfta saman.
Vit hava uppliva tað í eingin annar ynskir at uppliva her á føroya landið, og tað er tá landið lóggevur inní sáttmálarnar, hetta hendi undir næstseinasta landsstýrið. Og har var einki at heinta frá fagfelagssamstarvinum, men tvørtur í móti, so arbeiddu fagfeløgini ímóti okkum. Vit ynsktu at fiskur kundi bjóðast út á uppboðssølu eftir at hann var fiskaður, og har settu fagfeløg seg uppí móti, tí fiskurin skuldi landast í føroyum, og harvið fingu limirnir hjá okkum minni burturúr.

C-E-F skeiklaði okkara samráðingarrætt, og tað vit høvdu samráts um, hetta var eitt hesta arbeiði at fáa uppá pláss aftur, og langt er á mál fyri at koma har til vit vóru.

Starvsetan hjá mær.
Annars er at siga, í míni starvsetan stendur at formaðurin úttalar seg vegna felagið/ limirnar, so har er einki at fara eftir.

Starvsfelagið Polittist litað. Tosar fagfelagsformaðurin sak limanna?

Til síðsta løgtingsval, var ein fagfelagsformaður sum braveraði seg fram á torgum og strætum, sum valevni, og fari eg ikki skeivur, at tað var formaðurin í STARVSFELAGNUM Súni Selfoss. Kann næst forkvinnan siga mær og føroya fólki um hetta hevur verði til viðgerðar hjá limunum í starvsfelagnum, at formaðurin/ Starvsfelagið skal tosa JAVNAÐARPOLITIKK, tosar Súni Selfoss formaðurin tá fyri allar limirnar, nær hava tit havt hetta til lima atkvøðu?

Formaðurin hevði verði frákoyrdur.
Um hatta kom fyri í okkara felag, at formaðurin bjóaði seg fram sum valevni til eitt løgtingsval, so var formaðurin koyrdur heim við kontantari avrokning. Tí hatta hevði komi undir missbrúk av formansstarvinum, so kanska tit hava okkurt at hugsavna tykkum um, og gev okkum arbeiðsfrið.

Løgtingið leggur uppí.
Tað er ikki ókent, tá samráðingar hava verði, og semingsstovnurin er boðsendur, tí partarnir ikki megnaðu at semjast, so er málið endað í tinginum, og tá er tíðs nokk at lóggeva inn í ein sáttmála. Men, tað er heldur ikki altíð so heppi fyri frælsa samráðingarrættin.

Sáttmáli við FMR ” SSL”
Eg havi ført fram, at eg kann velja at fegnast um niðursetta arbeiðsviku fyri limirnar sum starvast hjá eitt nú SSL, teir koyra eina 1/1 skipan t.v.s. teir eru í arbeiði 91 tímar viku, ella 45,5 tímar miðal viku, og tað duga vit at síggja, hetta kundi gagna okkum, at fáa 8,5 tíma niðursetta arbeiðsviku, men varveita lønina. Men ikki ein tann einasti ein polittikari hevði hugsað hetta, tá teir lovaðu niðursetta arb viku, at nøkur hundrað í SSL koyra við 91 tímar viku.

Mín spurningur er, hvat kann verða tað næsta sum landið kann lóggeva seg inní, vit muga hugsað okkum væl um, og ikki hugsað løtuvinning.

Vit eru vald at samráast, og ikki at fáa onnur at samráast fyri okkum.

vinarliga

Annfinnur Garðalíð

Formaður

FSN

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: