Aftur í 60-ini!

Tey royna at verja mislukkaðu fiskivinnunýskipanina, lógina um sjófeingi, sum setur karmar kring eina niðurlaðing av føroysku fiskivinnuni.

Lógin um sjófeingi er ein fløkja av tí aðru verð og er ófullfíggjað á fleiri økjum. At lógin longu er broytt fleiri ferðir, og at tað nú eru 37 broytingar til viðgerðar í Tinginum, eru tíðilig dømir um tað. Tær eru “uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar).

Manglandi innlit í fiskivinnuna og undarligt treiskni, har ein ikki lurtaði eftir nøkrum av tí, sum vinnan kom við, eru orsøkir til ruðuleikan.

Rakstrarrópini vóru: “Frá politiskari útlutan til marknaðargrundaða skipan”.

Veruleikin bleiv ein heilt annar.

Hóast roynt hevur verið at taka tað marknaðargrundaða (umsetiligheitina) burturúr fiskivinnuni, hevur hettar ikki eydnast, tíbetur. Tað, at rættindini eru loyst frá skipunum, hevur m.a. latið upp fyri fríari sølu ímillum tey, sum hava rættindini.

Tað er løgið at hoyra samgongufólk og onnur tosa um, at tað besta við nýggju lógini er, at keyp/søla, (tað tey rópa fyri spekulatión), er steðgað.

Tað marknaðargrundaða bleiv til eitt eksperiment við einari óbrúkuligari uppboðssølu, sum í besta føri kann samanberast við “kasino”-líknandi viðurskiftir. Síðsta dømið sóu vit tórsdagin á lukkaðari uppboðssølu.

Og ikki at gloyma, so var fari til eina skipaða politiska útlutan, sum at byrja við í tilgongdini var rópt “økiskvotur”, men seinni fekk tað meiri politiskt korrekta heitið “menningarkvotur”.

Politiska útlutanin er ein søga fyri seg. Slíkur fyrisitingarligur ruðuleiki er ikki sæddur áður. At menningarkvoturnar fyri 2018 ikki eru fiskaðar, prógvar óskilið.

Hvat mugu tey mongu hugsa, at tey blivu vrakaði av landsstýrismanninum og onga menningarkvotu fingu, tá fleiri av teimum, sum fingu menningarkvotur, hvørki fiska ella framleiða soleiðis sum upplýst var í umsóknunum og lá til grund fyri útlutanini?

Fólkaflokkurin fer ikki, sum sitandi fiskimálaráðharri, at taka givin rættindir aftur, og vit fara ikki at halda áfram við politiskari útlutan. Tað skal verða vinnan sjálv við fullari umsetiligheit, sum skal skipa tey viðurskiftini.

Fleiri av okkum vóru fyrr í ár boðin til veitslu á Tvøroyri at hátíðarhalda at nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic var tikið í nýtslu.

Upplivingin var framúr. Heimsins størsta og mest framkomna virkið (kundi ikki koma uppá tal at fáa menningarkvotur) hevur alla nýmótans tøkni, sum er tøk á marknaðinum, ið ger, at ongin fiskur verður handfarin av fólki, frá tí hann verður pumpaður úr tangunum á skipunum, til hann stendur pakkaður á frystigoymsluni. Eitt menningarátak av teimum heilt stóru.

Mótsetningurin er øgiligur. Nýggju pelagisku virkini, ið bjóða framtíðini av ímun til so at fara “aftur í 60-ini”, har fólk við handamakt lyfta fisk úr kassum upp á flutningsbond. Tað er hetta seinna tey rópa fyri “menning”.

Onki av tí, sum tey í reinari frustratión fyrigigla fólki, er veruleiki.

Tað verður ikki á hesum sinni, at eg fari at viðgerða øll brekini við nýggju lógini, men tað er áhugavert at hoyra tey grundgeva fyri at skerja rættin at fáa innlit í tað, sum gongur fyri seg í Fiskimálaráðnum.

Tey somu, sum tosaðu um opinleika hvønn dag, royna nú at krógva tað, teir fáast við við páhaldi um at verja borgaran, tí teirra atferð ikki tolir dagsins ljós.

Endamálið við einari fiskivinnulóggávu má verða, at vit fáa sum mest burturúr tí fiskiríkidømi, sum vit øll eiga. Tað gera vit ikki við at fara “aftur í 60-ini”.

Vit vóru á rættari leið og øktu útflutningsvirðið munandi. Síðan vit løgdu frá okkum, er tað gingið skeivan veg. Seinastu tølini vísa stóra minking í útflutningsvirðinum.

Vit mugu venda aftur til eina loyvisskipan, har loyvini hava 12-ára uppsagnartíð, so fiskivinnan aftur fær tryggar langtíðarkarmar. Tá fer fiskivinnan aftur at bjóða framtíðini av og gera íløgur í nýggj skip, sum saman við fríðari umsetiligheit, er lykilin til virðisøking og menning í Føroyum, til gagns fyri okkum øll.

Jacob Vestergaard 23.03.2019

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.