Afghanistan: Kvinnurnar fáa øll síni rættindir, men undir sharialógina

Taliban hevði tíðindarfund í gjár og segði talsmaðurin hjá teimum Zabihullah Mujahid, at kvinnurnar og fjølmiðlafólkini fáa øll síni rættindir at virka í Afghanistan í framtíðini og tey høvdu onki at óttast.

Men so legði hann afturat, at tað verður innanfyri sharialógina og so vita vit øll, at har hava kvinnur og fjølmiðlar ongin rættindir.

Taliban ætlar heldur ikki at hevnað tey fólkini, sum hava hjálpt USA og tey sameindu frá vesturheiminum tey 20 árini tey vóru í landinum, men hesum trýr ongin upp á og fleiri hundra túsund fólk royna við sínum lívið sum innsatsi  at flýggja út úr Afghanistan beint nú.

Vesturheimurin hevur til tann 31. august at fáa øll síni fólk út úr Afghanistan og í løtuni flúgva hernaðu flogførini pendulfart við flóttarfólkum og royna alt tað tey eru ment, at fáa tey til eitt sikkurt stað uttanfyri Afghanistan og eitt Herkules US Air Force Boeing C-17 Globemaster frá Amerika megnaði at fáa omanfyri 600 fólk við á eitt av teirra flogførum í einum túri hjá teimum og nú eru tey øll bjargaði.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: