Ætlaði at brenna Pike niður fríggjanáttina

Fríggjanáttina var ein gestur á Pike sera harðligur og hevði hug at berjast við hinar gestirnar á Pike, har hann var frekur og bleiv við at gera seg inn á gestirnar og tað endaði við at hann bleiv blakaður út.

Barrvørurin ringdi til Politi og bað um hjálp, tí hesin maðurin var svakur, men har var svari, “at tað mátti hann klára sjálvur”.

Eftir at man hevði roynt at sissa svaka mannin fleiri ferðir, so var onki annað at gera hjá barrvørunum at blaka hann út, men tað sum hendi aftaná var sera ræðandi, tí løtu seinni bleiv boðað frá eldi og sannlíkt er, at  tað var tann sami maðurin, sum var farin norður um Pike og royndi at seta eld á Pike, har hann settið eld á ruskbingjurnar uttanfyri og tað eydnaðist honum at seta eld á tí einu bingjuna.

Fólk sóu tibetur hvat viðkomandi var í gongd við og at eldur var komi í tí einu bingjuna og tey boðaði frá, at onkur var í gongd við at seta eld á Pike og lukkutíð eydnaðist tað fólkunum á Pike at sløkkja eldin.

Viðkomandi rann burtur, men Politi veit hvør viðkomandi er og vónandi fær viðkomandi ein sera harða revsing, tí eldáseting eigur at geva harðastu revsning og vónandi fongsulrevsing í fleiri ár.

Politi ringdi til mín leygardagin og segði frá hvat var hent fríggjanáttina og at Pike hevði krav uppá endurgjald og um sak skuldi gerast burtur úr hendingini og sjálvandi skal viðkomandi fáa sína revsing, tí slík kann man ikki lata fara fram við borðinum, at seta onnur lív í váa, bara tí ein ikki dugir at uppføra seg ordiliga í náttarlívinum verður als ikki góðtikið.

Pike hevur eisini eisini sínar reglugerðir og viðkomandi verður nú bannaður at koma inn í Pike fleiri ár í framtíðini og møguliga restina av hansara lívið, slík fólk eru óynskt í Pike.

SáH

Tíbetur bleiv eldurin sløktir og vónandi fær viðkomandi ein harðan dóm.

Lýsingarprísirnir eru til at flenna at, klikk bannaran omanfyri.

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: