Ægir vann Reysta kappingina

Tað gongur framúr hjá Ægir fyri tíðina. Fyri tveimum vikum síðani vann Ægir stórt “Ægir Open” í Klaksvík og seinasta vikuskiftið vann Ægir Reysta kappingina í Lorvík.
Tað vóru 121 svimjarar úr 6 feløgum og kappast bleiv í 26 kappingum, kappingin var fyri okkara yngstu aldursbólkar. Her úrslita listin, klikk her: “Reysta stevna 2018”
Besti svimjarar hjá Ægir gjørdist Heini M. Askham og Lena R. Loburak.
Úrslitið gjørdist hetta:
Nr. 1 Ægir 9 gull, 5 silvur og 4 bronsu
Nr. 2 Suðuroyar Svimjifelag 5 gull, 4 silvur og 7 bronsu
Nr. 3 Reysti 5 gull, 4 silvur og 0 bronsu
Nr. 4 Fuglafjarðar Svimjifelag 4 gull, 4 silvur og 8 bronsu
Nr. 5 Havnar Svimjifelag 3 gull, 5 silvur og 4 bronsu
Nr. 6 Flot 0 gull, 4 silvur og 3 bronsu
Her nakrar myndir sum Olga Loburak hevur tikið:
Stórt tillukku, tit eru ófør.
SáH