Ægir vann kappingina í Klaksvík og setti trý føroyskt met

Ægir vann stóru svimjikappingin “Ægir Open” í Klaksvík og sett trý føroyskt met.

Ægir vann heili 18 gull, 15 silvur og 9 bronsu, Havnar Svimjifelag gjørdist nummar tvey við 14 gull, 15 silvur og 19 bronsu og Suðuroyar Svimjifelag gjørdist nummar trý við 5 gull, 7 silvur og 6 bronsu.

Ægir setti eisini trý føroyskt met og tað var í øllum mix liðkappingunum. Tað var í 4x100m blandað mix. føroyska metið var 4:18:66 og Ægir slóð tað við meira enn 5 sekundum, Ægir liðið kom inn við tíðini 4:13.49.

Eisini settið Ægir føroyskt met í 4x50m frísvimjing mix, har var føroyska metið 1:46.94 og Ægir slóð tað við meira enn trimum sekundum, Ægir kom inn við tíðini 1:43.55.

Tað triðja metið settið Ægir í 4 x 100m frísvimjing mix, men har er feilur á metlistanum hjá SSF, tí har stendur at føroyska metið er 2:00.16, men tað rokni eg ikki við at nakar klárar at svimja 400 metrar so skjótt, sjálvt um tað er liðsvimjing, sostatt er tað metið ikki galdandi og eg eri toluliga sikkur í at Ægir eisini settið tað føroyska metið leygardag, tíðin hjá Ægir var 3:48.38.

Nógvir svimjarar hjá Ægir setti stór persónlig met, men var tað fyri tað mesta okkara yngru svimjarar og tað er sera gleðiligt.

Øll úrslitini síggjast her, klikk hetta link “Results for Ægir Open – oktober 2019”

Stórt tillukku Ægir, gott at síggja okkara lið á ovastu rók aftur.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.