Tann 23. februar hevði svimjifelagið Ægir ársaðalfund. Fundurin bleiv hildin á loftinum í KÍ, høllini.

Sum øll vita so hevur Ægir bara eitt kustaskap sum felagshølir og KÍ hevur 10 tals hølir, men sum man plagar at siga, so er tað munir á monnum, so aðalfundurin bleiv hildin hjá grannanum, gott at hava eitt gott grannalag, eisini innan ítróttina.

Ægir skipaði seg í gjárskvøldið og nýggjur formaður gjørdist Danny O. Højsted.

Elsebeth Vilhelm ynski ikki  at vera afturvald og takka vit Elsebeth fyri hennara stóra arbeiðið í Ægir.

Soleiðis sær nevndin út nú:
Formaður: Danny Osberg Højsted
Næstformaður: Janus M Joensen
Kassameistari: Símun Michael Sørensen
Skrivari: Sølva Petersen
Nevndarlimur/samskipari: Anna Mohr

Tiltakslimur er Per Johannessen

Høvuðsvenjari er Petur Heðin á Fløttir, spenandi verður at fylgja við nýggju nevndini og ynski eg tykkum góðan byr.

Havi hoyrt í krókunum, at ætlanin er, at Ægir endiliga fáa norður endan av svimjihøllini og tað var sanniliga upp á tíðina. Koyr á ÆGIR.

SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author