Ægir nýggja forkvinnu og nýggjan venjara

Elsebeth Vilhelm nýggj forkvinnu og nýggur høvuðsvenjarin er Petur Heðin á Fløtti

Tann 4. feburar hevði Ægir aðalfund. Forkvinnan Rannvá Sigfríðsdóttur, sum hevur verið forkvinna síðani 28. november 2016 ynski ikki afturval og í hennara stað kom Elsebeth Vilhelm.

Nevndin í Ægir er hendan:
Elsebeth Vilhelm, forkvinna
Per Johannesen, næstformaður
Sølva Petersen, skrivari
Símun Michael Sørensen, kassameistari
Danny Osbjerg Højsted, nevndarlimur

Eykalimur Linda Kjærbæk Hansen

Høvuðsvenjari er eisini skiftir út

Beint eftir jól bleiv høvuðsvenjarin eisini skiftir út og í hansara stað er komin Petur Heðin á Fløtti frá Tórshavn.

Dr. Juan Jamie Arroyo Toledo Arro hevur verið venjari fyri Ægir síðani 15.07.2015 og hevur roynst Ægir serstakliga gott.

Hann fekk Ægir á fyrsta pláss, tað fyrsta árið hann var venjari og hevur Ægir verið eitt av liðunum, sum hevur ligið í toppinum hvørt ár, síðani Jamie kom til landi. Í løtuni hava vit besta svimjaran hjá kvinnum í Føroyum Signhild Joensen og skjótasta svimjara nakrantíð í søguni hjá svimjingini í Føroyum, nevnliga Rókur Trygvason.

Jamie Arroyo var eisini fyrsti útlendski venjarin Ægir nakrantíð hevur havt tey 45 árini í søgu felagsins og sum gamal svimjari, so havi eg ongantíð uppliva ein so góðan venjara. Vil takka Jamie Arroyo fyri megnar gott arbeiðið, saknur verður í tær.

Eisini vil eg takka Rannvu Sigfríðsdóttur fyri sera gott arbeiðið fyri Ægir. Kundi skriva nógv um Rannvu, men hon kann lýsast við hesum orðinum, “ein fyrimynd fyri okkum øll innan hennara arbeiðið og stríðsvilja fyri okkum øll í Ægir” og til endast vil eg eisini takka fyri mína tíð í Ægir og ynskja Ægir alt tað besta í framtíðini.

Rokni við at eg komi at taka onkrar myndir av Føroya besta felag og Føroya bestu svimjarum. Góða eydnu øll somul og koyr á Ægir.

SáH

Her nakrar myndir og greinar um seinastu nevndirnar og venjarnar.

https://www.nordportal.net/iacutetrottur/aegir-fingi-utlendskan-venjara-fyri-fyrstu-fer-i-sgu-felagsins

https://www.nordportal.net/iacutetrottur/petur-hein-sagt-aegir-farvael

https://www.nordportal.net/iacutetrottur/svimjifelagi-aegir-nyggja-nevnd

https://www.nordportal.net/iacutetrottur/petur-hein-a-fltti-hvusvenjari-hja-aegir

https://www.nordportal.net/iacutetrottur/rannva-sigfrisdottir-nyggj-forkvinna-i-aegir

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.