Ægir má raðfestast nú, nokk tosað, nú skal handlast

Kustaskapi hjá Ægir ella rættari sagt felagshølini anno 2022

Spennandi at vita, um borgmeistarin Karl Johansen og forkvinnan í mentamálum í Klaksvíkar Kommunu koma niðan í svimjihøllini og heppa Ægir til sigurs hetta vikuskiftið.

Koma tey niðan, so kundi tey hugt eftir umstøðunum hjá okkara stolta svimjifelag, eitt nú at Ægir verður noytt til at læna bánatogini frá Havnar Svimjifelag, ongin startarar til ryggsvimjing og enn eitt kustaskap til felagshølir og hyggið eftir kappingarhylinum, har er brotnir flisar allastaðni og hann er ikki viðlíkahildin síðani 1974, so tit bæði skulu vera vælkomin til svimjikapping,

SO VERÐUR TAÐ GJØRT

SáH

Stórur munur á feløgunum í býnum, summi fáa alt og onnur fáa onki, her ein lítil rundvísningur hjá KÍ, tað liðið vit øll elska.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: