Ægir kvinnur vunnu við 0.09 sekundum í 4 x 100 metur blandað

Tann mest spennandi kappingin ígjár var liðsvimjingin hjá kvinnum í 4 x 100 metur blandað.

Ægir legði hart út við Signhild Joensen í ryggsvimjing, men vit vistu, at Havnar Svimjifelag fór at koma sterkt aftur við Vár E. Eidesgaard og rætt høvdu vit, tí tá ið teir síðstu 100 metrarnar skuldu svimjast, var Havnar Svimjifelag á odda við omanfyri trimum sekundum.

Barbara Debes, sum hevur havt eitt gott FM var okkara síðstu svimjari og hon svam ein super duber 100 metur frí, hon spurtaði alla vegin og í teimum allersíðstu tøkunum fekk hon svomi seg forbí Havnar svimjifelag og takið á Gundadalshøllini var við at lætta sær á, Øll høllin var á gosið og við 0.09 sekundum eydnaðist tað Ægir at gerast føroyameistari í 4 x 100 metur blandað.

Fantastiska flott svomi kvinnur, tit eru bara allerbest.

SáH

 

 

Please follow and like us: