Ægir gjørdist Føroya besta felag á JML 2021

Tað gekk avbera væl hjá Ægir á JML 2021, Ægir gjørdist klárt besta felag hjá junior yngri og junior eldri tilsamans og so gjørdist Lea Osbjerg Højsted og Heini Mohr Askham ársins stjørnuskot, so man kann siga at Ægir fekk í posa og sekk á JML 2021.

Á FML gekk eisini gott, har bleiv Ægir nummar tvey, har Signhild Joensen fekk flest FINA stig, so tað sær lovandi út fyri Ægir.

Stórt tillukku Ægir, hatta var sera flott klára.

Her úrslitið av kappingini suðuri í Vági:

Heiðursmerkjabýti millum feløg – JML 2021 (junior yngri)

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 18 1 1
HS 12 25 13
FS 8 7 5
FLOT 1 1 2
SuSvim 1 4
Heiðursmerkjabýti millum feløg – JML 2021 (junior eldri)

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 18 13 5
SuSvim 16 11 9
HS 8 3 4
FLOT 0 4 2

Heiðursmerkjabýti millum feløg – JML 2021 (tilsamans)

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 36 14 6
HS 20 28 17
SuSvim 16 12 13
FS 8 7 5
FLOT 1 5 4

Hjá teimum eldru gekk eisini sera gott. Har høvdu vit klárt besta svimjaran á FM 2021 og tað gjørdist Signhild Joensen, hon fekk eisini flest FINA stig, heilið 717 stig, ongin annar svimjari kom uppum 700 FINA stig.

Samanumtikið eitt fantastisk JML og FML 2021, har fleiri av okkara ungu svimjarnum forbetraði seg sera nógv og sum sagt er Ægir Føroya besta felag hjá teimum ungu og sera væl við hjá teimum eldru.

Heiðursmerkjabýti millum feløg – FML 2021

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 17 13 3
Ægir 11 21 20
SuSvim 14 7 7
FLOT 2
FS 2 10

Bestu avrik á stevnuni

Hesi fingu steyp fyri at røkka hægstu FINA stig í kapping á stevnuni:

  • Róland Toftum (1998) SuSvim 26.17 í 50 firvald (616)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 30.14 í 50 rygg (717)

Ársins stjørnuskot

Hesi vórðu vald til ársins stjørnuskot, har svimjararnir úr hvørjum felag høvdu eina atkvøðu fyri sítt felag, og venjararnir tað sama:

  • Lea Osberg Højsted Ægir
  • Heini Mohr Askham, Ægir

Stórt tillukku Ægir, sera flott klára.

SáH

Frægastu kvinnuligir svimjarar

  1. Signhild Joensen (2000) Ægir 30.14 í 50 rygg (717)
  2. Ronja Ró Í Dímun (2004) HS 27.35 í 50 frí (648)
  3. Vár E. Eidesgaard (2001) HS 4:33.56 í 400 frí (645)
  4. Alisa Vestergård (2003) SuSvim 1:00.57 í 100 frí (622)
  5. Róa Trygvadóttir (2008) Ægir 2:16.10 í 200 frí (572)
  6. Jonna Joensen (2005) Ægir 32.75 í 50 rygg (559)
  7. Jóhanna Egholm (1996) FS 32.79 í 50 rygg (557)
  8. Eyðrið Mortensen (2003) HS 2:30.93 í 200 rygg (545)
  9. Bjørk L Sørensen (2004) SuSvim 29.76 í 50 frí (503)
  10. Malan Jóhansdóttir (2004) Ægir 1:09.86 í 100 firvald (500)

Frægastu mannligir svimjarar

  1. Róland Toftum (1998) SuSvim 26.17 í 50 firvald (616)
  2. Bartal Debess (2002) SuSvim 56.26 í 100 frí (579)
  3. Johan Nónskarð Dam (2002) HS 56.80 í 100 frí (563)
  4. Jón Hofgaard (1992) SuSvim 31.73 í 50 bringu (547)
  5. Heini M. Askham (2006) Ægir 4:31.20 í 400 frí (534)
  6. Martin V. Sivertsen (2002) Ægir 25.95 í 50 frí (523)
  7. Villiam Marius Samuelsen (2005) HS 58.84 í 100 frí (506)
  8. Áki Eliassen (2006) HS 4:38.56 í 400 frí (493)
  9. Isak Brisenfeldt (2006) HS 1:02.68 í 100 frí (492)
  10. Líggjas Joensen (2008) Ægir 4:39.15 í 400 frí (489)

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: