Ægir er í Frankaríki á venjingarlegu

Sunnumorgunin klokkan 8:20 fór Ægir við Atlantic Airways til Frankaríkis á venjingarlegu og luttaka í svimjikappingini 27érne Mettetin Internatinal de Natation, sum verður tann 19. oktober til 21. oktober.

Tað eru fyrsta liðið hjá Ægir, sum er farið avstað og hava tey havt gott veður, síðani tey komu niður. Tey búgva í Saint Dizier og hava longu vant sínar fyrstu venjingar.

Hesir svimjarnir eru við:

Frá vinstru: Sólvá A. Sigurðsson, Denis Thomsen, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Barbara Debes, Signhild Joensen, Mirja Sólstein, Jonna Joensen, Martin V. Sivertsen, Natanael A. Matras, Sofía Toftegaard og venjarin Juan Jaime Arro.

News og Norðoya Portalurin fara at fylgja við ferðini hjá Ægir. Her nakrar myndir frá túrinum higartil:

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: