Tað kann gott vera, at Ægir ikki vann tær flestu av kappingunum á FM 2019 í Páls høll, men Ægir eigur báðar ársins svimjarar á FM á langgeil í 2019.

Rókur Trygvason gjørdist ársins svimjari hjá monnum og Signhild Joensen gjørdist ársins svimjari fyri kvinnur. Hetta er triðja árið á rað at Signhild Joensen er ársins svimjari og Signhild hevði eisini hægsta FINA stigatal á FM.

Fantastiska flott av tykkum báðum

Myndir: Rannvá Sigríðsdóttir

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: