Adrenaline setti lív í tiltakið fyri “ung og sálarheilsa” á Biskupstorginum

Húsið og Klaksvíkar Kommuna skipaðu fyri einari sokallaðu “happining” á útfyllingini á Biskupstorginum í gjárskvøldið frá klokkan 20:00 – 21:00

Nakað av fólki vóru møtt upp, men tað kundi saktans verið nógv fleiri, um ikki tíðspunkti lág beint tá ið A-landsliðið leikti móti Eysturríki.

Annika Steintórsdóttir Biskopstø helt eina talu og var boðskapurin tann, at man hevði loyvið at vera ørvísið og minti hon á, at tað var altjóða sálarheilsudagur í morgin sunnudagin tann 10. oktober, hoyr ein part av taluni herundir.

Aftaná fekk Adrenaline pallin og tað var skjótt at teir fingu futt í alla áskoðarafjøldina við 4-5 góðum sangum, sum teir komu sera væl frá, hoyr sangirnar herundir.

Teir sum mynda Adrenaline eru, Jónas Kallsberg sangari, Tórður Sóleyðarson guitar, Høgni Sørensen trummur og Niclas Elttør Høgnesen bass.

Eitt gott tiltak, bert spell at tað var somu tíð sum landsdysturin var.

Her filmsklipp og myndir frá tiltakinum í gjárskvøldið.

SáH

Please follow and like us: