Adelborg fær heiðurin at seta spakan í til nýggja mentanarhúsið

Kl. 16.00 í dag verður spakin settur í til byggingina av nýggja Mentanarhúsinum í Klaksvík, og verður tað býarmyndin Adelborg Linklett, sum fær heiðurin at loysa fyrsta flagið.

Signhild V. Johannesen forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið sigur, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar.

– Mentanarhúsið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum, og tí er tað eisini sera hátíðarligt, at Adelborg Linklett, sum er ímyndin av Sjónleikafelagnum í Klaksvík, verður kvinnan, ið loysir fyrsta flagið.

Mentanarhúsið verður eitt stórsligið hús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum, men við borðuppstilling til veitslur o.l. kann hýsa væl meira enn 400 fólkum. Saman við nýggja miðbýnum, og ætlanini um at byggja nýtt hotell, so er onki at ivast í, at lagt er upp til eina spennandi framtíð.

Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill, og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Lýsing Balslev

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.