Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2023

Ársaðalfundurin 2021 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mánadagin tann 30. januar kl 19:30.
Skrá samb. lóg felagsins.
Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
Ársfrágreiðing frá formanni.
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
Innkomin mál.
Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
Val av nevnd.
Val av grannskoðara.
Ymiskt.
Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.
Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldi fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.
KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag