ABC fyri sálarliga heilsu partur av Norðurjól

Seinastu dagarnar hevur verið varpað ljós á jólatiltakið hjá Klaksvíkar kommunu, Norðurjól, har handlar og smærri sølubúðir seta dám á Biskupstorg. Í hesum sambandi samstarvar Norðurjól við nógvar ymiskar fyritøkur og stovnar í býnum. Sum nakað nýtt verður verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu eisini ein partur av Norðurjól.
Klaksvíkar kommuna hevur verið samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu í tvey ár. Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, sigur, at ein liður í hesum samstarvinum er, at hugsa ABC inn í heildina, tá skipað verður fyri m.a. tiltøkum. Á hendan hátt gerast fólk alsamt meira varug við, at tað er týdningarmikið at hugsa um sína sálarligu heilsu. Eisini um jólini.
-Treysti hevur í mong ár gingið undan við at skipa fyri Gakk og Renn túrum, og tá vit í Klaksvíkar kommunu fóru undir samstarvið við ABC fyri sálarliga heilsu, hevur tað í fleiri umførum verið samstarvað um tílíkar túrar. Aðalmálið við hesum túrum er, at øll kunnu luttaka, vera virkin, hugbundin og saman. Man kann tískil renna, ganga, súkkla ella trilla. Hetta fara vit eisini at gera í samband við Norðurjól, sigur Beinta Klakstein.
Fyrsti túrurin verður longu leygardagin, og verður hesin túrurin heilt serligur, tí tá verður farið út í Grøv at tendra lanternur og krukkur við bikarljósum. Beinta Klakstein eggjar tí øllum at taka eina gamla lanternu, ella eina glaskrukku, sum kortini skal burtur, við oman í Vágstún, tá Jólatræið verður tendrað. Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum ljós og stáltrá, sum kann koyrast runt um krukkurnar, soleiðis at krukkurnar kunnu verða hongdar upp á trøini úti í Grøv. Tá tiltakið í Vágstúni er liðugt, verður farið beinleiðis út í Grøv.
Trý onnur tiltøk verða á skránni:
7. desember kl. 11.00: Gakk og Renn-túrur frá Biskupstorg, sum verður 15 minuttir hvønn vegin. Komið við! Klaksvíkar Kommuna bjóðar vatn og frukt.
14. desember kl. 11.00: Gakk og Renn-túrur frá Biskupstorg sum verður 15 minuttir hvønn vegin. Komið við! Klaksvíkar Kommuna bjóðar vatn og frukt.
21. desember kl. 11.00: Afturvendandi Nissurenningin, sum Treysti hevur skipað fyri í mong ár, verður í ár eitt samstarv millum Treysti og ABC fyri salarliga heilsu. Byrjað verður við Biskupstorg.
Nærri kunning um hesi tiltøkini verður á facebook síðuni hjá Norðurjól og Klaksvíkar kommunu, tá tiltøkini nærkast.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH