Ågot roktúr og fullir uppum lastalúkurnar

Ågot hevur skít fult skip og eru teir komnir aftur til landi og liggja nú sunnanfyri Borðoyanesi og vaska skipið av, so teir kunnu fara í eina tiltrongda jólaferiu, tá ið teir einaferð á miðdegi koma til Klaksvíkar.
Teir hava 170 tons og hetta er met hjá teimum, teir hava ongantíð havt so nógv í skipinum, sum hendan túrin. Tað mesta er toskur og hýsa, sjá søluni herundir.
Teir byrjaði túr tann 10. november, so túrurin tók júst ein mánað.
Hetta skrivaði Símun í Vátutoft á sínum Facebook vanga í gjár:
So er síđsta boyan komin inn um lúnningina, og síđsti túrurin í ár er liđugur.
Væl hevur gingiđ. Vit fóru av Klakksvík tann 10 November, og nú vit skriva 9 December er skipiđ fult av fiski.
Man plagar at siga at skipiđ er fult undir lúkurnar, men hendan túrin er meir enn tađ. Vit hava fylt lastina, frystarar og agna og kokka frystarí.
Um eina løtu verđur tann síđsti nátturđin á túrinum etin. Tađ plagar at verđa okkurt gott.
Í kvøld verđur tađ ræst kjøt frá Símun bónda í Hattarvík.
Vælkomnir heim og tykkum verður ynskt eini Gleðilig jól.
SáH