Ågot komin inn við 135 tonsum

Ågot, mynd tikin tann 22.12.2020 klokkan 14:19

Ågot kom aftur í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 135 tons, tað mesta var hýsa, toskur og eitt sindur av svartkalva eisini.

Skipari var Hjaltur Poulsen.

Landa bleiv til NFCS.

Vit ynskja reiðarí, skipara og manning eini Gleðilig jól og eitt gott nýttár.

SáH

Klakkur, Jákup B., Ågot og Norðoyingur. Mynd tikin tann 22.12.2020 klokkan 14:19

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author