Ågot fiska 800.000 pund síðani Korona byrjaði

Var ein kajtúr í morgun og møtti eg skiparnum á Ågot Hjalti Poulsen, teir riggaði til at fara avstað aftur og fingu sær proviant umborð.

Spurdi hann, hvussu tað gekk og lat hann væl at. Vit hava fiska 800.000 pund síðani Korona byrjaði, prísurin er farin nakað niður, men er brúkiligur enn.

Ågot ferð avstað aftur í morgin og tá verður farið at royndarfiska á Føroya Banka.

Við Ågot eru 14 mans. Teir mangla tveir dekkara, men hava fingið ein og nú manglar bara ein, ynskir onkur at koma við, so les hetta skiparin skrivaði á sín Facebook vanga í gjár.

Hey tit. Nú vit aftur hava fingið royndarloyvi á Føroya Banka, hava vit brúk fyri 2 dekkarum afturat umborð á Ågot. Áhugaði kunnu ringja til mín á tel 287833,
Tað krevst‚ at tú hevur trygdarskeið og heilsuváttan, og at tú ert ein álítandi persónur 👍😊🐟

Please follow and like us:

One thought on “Ågot fiska 800.000 pund síðani Korona byrjaði

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.