Ågot fekk løgnan fisk í einari skøtu

Ågot sum royndarfiskar á Føroya Banka fekk ein løgnan fisk í einari skøtu í dag.

Skiparin skrivar hetta á hansara Facebook vanga:

Kennist nakar við hettar slagið, vit fingu hendan í einari skøtu, úti á bankanum í dag?

Onkur svarar og heldur hatta er ein Floyfiskur, soleiðis skrivar Havstovan um Floyfiskin:

Callionymus lyra
Frá suðurlandinum í Íslandi til Føroyabanka og Føroyar, Lofoten, donsku farvøtnini til Biscaya. Við Azorurnar og suður til Mauritania, Miðjarðarhavið, vestara og norðara part, umframt vestara part av Svartahavinum.

Dýpið er frá umleið 4-5 metrum út á 200.

Verður í mesta lagið 30 cm langur.

Her myndir Hjalti Poulsen skiparin á Ågot tók í dag:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author