Ågot 50 ár

Í ár eru 50 ár liðin síðani Ågot fór av bakkastokki í Stord í Noregi. Ågot er bygginummar 70.
Vit hava valt at hátíðarhalda dagin við at hava opið skip sunnudagin kl. 14.00 – 18.00.
Ågot fer aftur til fiskiskap ein av komandi døgunum‚ eftir at skipið síðstu fýra mánaðirnir hevur verið ígjøgnum eina grundleggjandi dagføring.
Vit bjóða øllum vælkomnum umborð til ein kaffimunn og at síggja‚ hvussu eitt 50 ára gamalt skip sær út😊
Ågot
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: