Mikudagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, saman við donsku og grønlendsku starvsbrøðrum sínum, Jeppe Kofod og Steen Lynge, á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Micheal Pompeo, í sambandi við, at hann vitjar í Keypmannahavn.

Støðan í Arktis, handilsviðurskifti og styrkt samstarv verða millum evnini, sum skulu umrøðast á fundinum.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Maverick Barr
Maverick Barr
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author