A-12 Kunoyarnes fingið nýggja landstøð

A-12 Kunoyarnes fingið nýggja landstøð

Starvsfólkini á aliøki A-12 Kunoyarnes hava seinastu 18 mánaðirnar hildið til á gamla kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Klaksvík. Talan var bert um eina fyribils loysn, til nýggj landstøð var klár. Og tann 22. juli fluttu starvsfólkini á A-12 so inn í snotiliga bygningin við Grótrætt, har gott pláss er til alla útgerð, og stutt er at sigla til aliringarnar undir Kunoyarnesi.

Tað er Articon, sum hevur gjørt bryggju og økið rundan um bygningin, og Kanjon hevur innrættað bygningin. RV Tøkni hevur gjørt el-arbeiðið, Signar Kallsberg hevur gjørt VVS-arbeiðið, og André Matras hevur málað.

Vit ynskja starvsfólkunum á A-12 Kunoyarnesi hjartaliga til lukku við nýggju landstøðini og blíðan byr framyvir.

Bakkafrost

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author