Í gjár vórðu 985 fólk koppsett. 475 fólk fingu fyrra prikið og 510 fólk fingu seinna prikið.
Nú eru tilsamans 35.537 kopppsetingar gjørdar í Føroyum. 21.883 fólk, tað svarar til 41,1 prosent av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina. 13.654 fólk, tað svarar til 25,7 prosent av fólkatalinum, hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.