962 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 962 fólk koppsett. 234 fólk fingu fyrra prikið og 728 fólk fingu seinna prikið.

Tilsamans eru 28.646 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 19.442 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.204 hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: