96 ára Boris Romantschenka yvirlivdi Holocaust, men bleiv dripin av russum í vikuni

Russar blíva við at drepa fólk frá hond í Ukraine og vit í vesturheiminum standa og hyggja at. Í vikuni blevi 96 ára gamli Boris Ramontschenko dripin av russum í Ukrainska býnum Kharkiv.

Boris Romantschenko yvirlivdu Nazi Týskland og sat fangi frá 1942 til 1945 í koncentratiónsleguni Buchenwald, men bleiv frígering av amerikansku hermonnum.

Hesaferð kundi teir ikki bjarga honum og bleiv hann skotin av russum.

Fakta:
Ramantschenko var varaformaður í Buchenwald og Mittelbau-Dora stovninum.
Í 2012 vitjaði hann aftur til Buchenwald fyri at hátíðarhalda 67 ára degnum, tá ið amerikansku hermennirnir bjargaði honum og fleiri øðrum.
Í tí sambandinum gjørdi hann eitt lyfti um at skapa frið í øllum heiminum, har friður og fríheit skuldi valda.
Ukrainar upplýsa at tað eru yvir 500 fólk dripin í Kharkiv síðani russar byrjaði innrásina í Ukraine.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: