948 koppsett í gjár

Í gjár vórðu 948 fólk koppsett fyri koronu. 10 fólk fingu fyrra prikið og 33 fingu tað seinna. 905 fólk fingu triðja prikið.

Nú hava 41.437 fólk fingið fyrru koppsetingina. 40.528 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 14.270 fólk hava fingið trý prik.

Tilsamans 96.235 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Koppsetingarbólkurin