Í gjár vórðu 851 fólk koppsett. 164 fólk fingu fyrra prikið og 687 fólk fingu tað seinna.
Nú eru tilsamans 34.082 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech. 21.007 fólk, tað svarar til 39,5 prosent av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina. 13.075 fólk, tað svarar til 24,6 prosent av fólkatalinum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.