84 prosent av føroyingunum vilja koppsetast

Heilsumálaráðið:Nógv teir flestu føroyingarnir ætla at lata seg koppseta beinanvegin, teir fáa møguleika fyri tí. Nøkur vilja tó bíða, men bara ein heilt lítil partur sigur nei til koppseting

Eftir eini spurnakanning at døma, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Heilsumálaráðið, fara nógv teir flestu vaksnu føroyingarnir at lata seg koppseta fyri koronu.

Sløk 67 prosent siga seg vilja koppsetast, beinanvegin tey fáa tað í boði, stívliga 14 prosent ætla at lata seg koppseta, men vilja bíða eitt sindur, og 3 prosent av teimum, sum svaraðu spurnakanningini, eru longu koppsett. Um hesi tølini halda, fara 84 prosent av føroyingum sum eru 16 ár og eldri at vera koppsett, tá koppsetingarætlanin einaferð er komin á mál.

Bara sløk 6 prosent svaraðu, at tey ikki ætla at lata seg koppseta, og umleið 10 prosent vistu ikki.

Býtt eftir aldri eru tað serliga tey eldru ættarliðini, ið eru mest gramm eftir at blíva koppsett, meðan tey yngru ættarliðini eru eitt sindur meira ivasom.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tølini. Eitt týðandi mál við føroysku koppsetingarætlanini er nevniliga at røkka flokkimmuniteti – tað er, at alt fólkið verður mótstøðuført mótvegis koronu – og tá er tað avgerandi, at ein nóg stórur partur av fólkinum letur seg koppseta.

Hvussu stórur hesin parturin skal vera, veldst um virknaðin á vaksinunum, ið verða brúktar., Men við teimum vaksinunum, sum í dag eru til taks, og tí hjá Astra/Zeneca, ið væntast á marknaðin skjótt, er tað nøktandi, um 80 prosent ella meira verða koppsett.

At tað bara er ein heilt lítil partur, sum ikki vil vita av vaksinuni, er gleðiligt. Eg havi sjálvandi fult forstáilsi fyri, at tað eisini eru fólk, sum eru í iva, tí alt hevur jú gingið óvanliga skjótt. Vanliga tekur tað fleiri ár at menna slíkar vaksinur. Men fyri samlaðu myndina og útlitini fyri framtíðina er tað avgerandi, at ein stórur meiriluti av fólkinum letur seg koppseta, og tað sær út til at fara at eydnast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Heilsumálaráðið

Maverick Barr
Maverick Barr
Please follow and like us: