82 tilburðir í gjár og nú eru 453 smittaði, 5 innløgd og 13 deyð við korona

Í gjár vóru 82 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2631 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 453 smittað og fimm eru innløgd við koronu í Føroyum.

Heilsamálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: