Í gjár vórðu 804 fólk koppsett. 84 fólk fingu fyrra prikið og 720 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 25.952 fólk fingið fyrru koppsetingina, hetta svarar til 48,7% av fólkatalinum. 16.505 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett, hetta svarar til 31% av fólkatalinum.
Tilsamans 42.457 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.