80 milliónir amerikanara eru nú raktir av, at Amerika er við at lukkað alt niður

Næstan ein útav fýra amerikanarum eru nú heima og halda seg innandura. Í dag blivu 27.000 fleiri smittaðir við Corona virus.

Amerikanarnir hava funnið ein nýggja skjóta coronavirustest, sum tekur ca. 45 min. at testa fólk og tá er úrslitið av royndunum longu klárt.

Fyritøkan Cepheid segði leygardagin, at teir hava fingið loyvið at brúka testina frá FDA og testin blívur nú brúkt á sjúkrahúsum og akuttum móttøkuhølum.

Capheid sigur, at ætlanin er at senda testina til øll sjúkrahús runt landi fyrst í komandi viku.

Samstundis hevur FDA kunngjørt, at teir eru byrjaður við blóðflutningi frá fólkum, sum eru blivin fríðsk av Covid 19 og sproyta tað inn í sjúklingar.

Viðgerðin er roynd í Kina, bæði tá ið SARS sóttin herjaði í 2002 og nú tá ið Corona virussið herjaði. Royndirnar hava verið góðar, har nakrir av sjúklingunum hava fingið færri symptonir og brúkt minni tíð á Sjúkrahúsinum.

Dr. Arturo Casadevall frá John Hopkins lærda háskúlanum sigur, at hetta verður nú royndarkort í 24 sjúkrahúsum av teirra sjúkrahúsum, herundir granskara frá Mayo sjúkrahúsinum í Minnesota, Standford University Medical Center og Albert Einstein College of Medicine i New York.

Støðan er ikki góð í New York, har smittaði eru nú komin uppá 10.356 fólk, men nú testa tey eisini nógv fleiri fólk sigur andrew Cuomo. New York væntar at ímillum 40 til 80 prosent av fólkunum vilja blíva smittaði.

SáH

Please follow and like us:

6 thoughts on “80 milliónir amerikanara eru nú raktir av, at Amerika er við at lukkað alt niður

  1. Pingback: DevOps Consultants
  2. Pingback: PG SLOT/PGSLOT
  3. Pingback: read this
  4. Pingback: td canada trust

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.