76 tilburðir í gjár og nú eru 936 smittaði, 4 innløgd og 14 deyð við korona

Í gjár vóru 76 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
1778 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 936 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.
Samlaða talið av tilburðum við COVID-10 í desember 2021 var 2393. Hetta er 39% av øllum tilburðum í Føroyum síðan 3. mars 2020.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: