75 ára minningarhaldið útsett

Minningarhaldið í sambandi við, at tað eru 75 ár síðan, at annar veraldarbardagi endaði og bretska hersetingin í Føroyum var av, er fyribils útsett. Hetta kemst av, at tað ikki verður mett ráðiligt at skipa fyri hátíðarhaldi og tiltøkum, meðan koronafarsóttin herjar.

Eftir ætlan skuldi landsstýrið í samstarvi við Tórshavnar kommunu skipa fyri stórum minningarhaldi í Havn tann 8. mai við luttøku frá bretska sendiharranum í Keypmannahavn og bretskum ráðharra. Ætlanin var eisini at vitja onnur støð í Føroyum, sum høvdu stóran týdning undir krígnum. Somuleiðis var ætlanin, at fleiri tiltøk skuldu verða dagarnar kring tann 8. mai í Havn og aðrastaðni.

Um umstøðurnar loyva tí, verður minningarhaldið eftir ætlan seinni í ár.

Bretska hersetingin í Føroyum, kallað Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945, og stundum vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum.

Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti 1945.

Løgmansskrivstovan

 

Please follow and like us:

One thought on “75 ára minningarhaldið útsett

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.