749 nevndarsessir fyri 14.3 milliónir um árið

Har eru sera nógv fólk, sum tey allerflestu búgva í Tórshavn, sum fáa hópin av pengum í nevndarlønum hvønn tann einasta mánað og vit gjalda heili 14.3 milliónir um árið fyri hesar almennar nevndarlønir.
Ein teirra er Alfred Petersen, hann fær heili 30.121,00 kr. um mánaðin + sína vanligu løn. Alfred Petersen situr í 6 almennum nevndum.
Haldi slett ikki at tað er í ordan, her má ruddast upp, tað kann ikki vera rætt, at fólk fáa omanfyri 30.000,00 kr. um mánaðin, bara vit at sita í almennum nevndum.
Her nakrar niðurstøður og lyklatøl hjá Løgtingsskrivstovuni:
– 148 nevndir og ráð eru sambært dátugrunninum hjá Løgmansskrivstovuni (kirkjuráðini eru ikki tald við)
– 749 nevndarsessir eru sambært dátugrunninum (kirkjuráðini eru ikki tald við)
– Samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í øðrum nevndum
– Mentamálaráðið er ráðið, ið varðar av flestum nevndarsessum (185), men MMR liggur á 5. plássi, tá talan er um fastar samsýningar.
– Árligu føstu samsýningarnar eru 12 mió kr. (2018)
– Í 2013 vóru 2,8 mió. kr goldnar út í fundarsamsýningum/fundarpengum (gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni)
– Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í nevndarsessunum
– Fleiri kærunevndir eru, sum ikki eru knýttar til Føroya Kærustovn.
Viðmerkjast skal, at hetta eru bert tær mánaðarligu samsýningarnar. Fundarpeningurin verður goldin við støði í tali av fundum og fundarlongd.
Sambært tølum frá Føroya Gjaldstovu, vóru í 2013 2.805.478 kr
goldnar út í fundarsamsýningum. Hetta er tað, sum er útgoldið gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni.
Brúka vit 2013 sum grundarlag, kunnu vit siga, at fastar samsýningar og fundarsamsýningar árliga eru á leið 14,3 mió kr.
Soleiðis vera fundarpeningurin útroknaður, sjá niðanfyri.
Fundarpeningur
Rættiliga vanligt er, at nevndarlimir fáa fundarpening. Galdandi upphæddir eru hesar:
Fundir styttri enn 3 tímar: 540 kr
Millum 3 og 5 tímar: 1.080 kr
Longri enn 5 tímar: 1.620 kr
1.620,00 kr. um tíman og sjálvandi hava tey fund ein heilan dag. 8 tímar x 1.620 kr, íalt 12.960,00 kr. um dagin. Total langt úti.
Skjølini við útskriftum úr dátugrunninum, verða javnan dagførd. Hesi skjølini vórðu seinast dagførd 19.06.2018. smb. Løgmansskrivstovuni.
Skulu vit góðtaka hetta ella skulu vit bara sita og hyggja at.
Mín meining er tann, at hetta er total langt úti og vit mugu steðga hesum galsskapinum skjótast gjørligt og ruddast má upp í hesum almennu nevndunum.
SáH