719 tilburðir í gjár og nú eru 4.835 smittað, 20 innløgd og 22 deyð við koronu

Í gjár vóru 719 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

1.352 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 4.835 smittað við korona, 20 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: