631 fólk koppsett í gjár


127 fólk fingu fyrra prik og 504 seinna prik á Suðuroyar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum í gjár.

Nú eru tilsamans 33.228 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech. 20.841 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 12.387 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: