63 HÚS OG BYGNINGAR FÁA DAGFØRT KLOAKKVIÐURSKIFTINI

SO VERÐUR TAÐ GJØRT, Hetta hevur ligið á láni í meira enn 4 árum og gjørdi eg vart við hetta áðrenn seinasta Býráðsval, sjá filmsklipp frá 04. november og 22. oktober 2020 herundir.

Arbeiðið, at betra um spillivatnsskipanina og kloakkviðurskiftini við Heygavegin, er vorðið meira umfatandi enn áður mett. Arbeiðstøkan, sum umfatar 63 bygningar, er deild upp í fimm økir, sum eftir ætlan verður liðugt seinni í ár.

Tá arbeiðið fór í gongd í november, sást, at verandi spillvatn- og kloakkskipan var sera slitin. Eisini var vegurin og undirlagið undir vegnum í sera ringum standi, umframt at partar av undirlagnum innihelt mógv, sum nú er grivið upp og burturbeint.

– Arbeiðið hevur verið umfatandi og kravt neyva samskipan, har bæði kommunan, SEV og Føroya Tele hava gjørt ymiskt arbeiði. Harumframt er arbeiðið eisini seinka av nógva kavanum sum lá í januar og februar, sigur Kristoffur Olsen, leiðari á kloakk og Vegadeildini.

Hetta merkir, at øll breiddin av vegnum verður bygd upp av nýggjum, og nýggir vegbrunnar lagdir í. Nú er arbeiðið í sjálvum vegkassanum um at vera liðugt, og roknað verður við, at klárt verður at asfaltera fyrstu 100 metrarnar eftir páskir, umframt at nýggir kantsteinar skulu leggjast.

Nevnast kann eisini at kaðalarbeiðið hjá SEV, sum liggur frá Varmakeldueiði, umvegis Leirvíkstunnilin og Norðoyatunnilin, er um at vera liðugt. Kaðalin er nú lagdur og skjótt verður klárt at tendra fyri nýggju el-veitingar leiðini.

Nú tað skjótt verður koyrandi eftir Heygavegnum aftur, so er kloakkarbeiðið í økinum ikki heilt liðugt enn. Tá verandi arbeiðið er liðugt, verður tað eftir ætlan hildið áfram við kloakkskipanini á Eiðinum, sum helst er eins gomul sum tann á Heygavegnum.

Klaksvíkar Kommuna

Her filmsklipp og myndir, har eg gerið vart við trupuleikarnar á økinum.

Please follow and like us: