Arbeiðs- og brunaeftirlitið, arbeiði er nú komi á mál

Á heysti í 2018 fór Arbeiðs- og brunaeftirlitið í holt við at gera føroyskar eftirkanningarlistar til arbeiðsplássmetingar, sum arbeiðspláss kunnu nýta, tá ið tey gera innanhýsis metingar av arbeiðsumhvørvinum (stytt APM). Hetta arbeiði er nú komið á mál.

Tilsamans 25 eftirkanningarlistar eru tøkir á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum – arb.fo.

Eftirkanningarlistarnir eru snikkaðir til hvørt einstakt arbeiðsøki ella vinnugrein, og innibera spurningar um viðurskifti, ið hava víst seg at verið einarbeiðsumhvørvislig avbjóðing fyri ávísu arbeiðsøkini ella vinnugreinarnar. 

Ein arbeiðsplássmeting er eitt amboð, ið kann nýtast til at fáa yvirlit yvir møguligar avbjóðingar ella trupulleikar í arbeiðsumhvørvinum og kann verða við til at leggja lunnar undir arbeiðið at bøta um arbeiðsumhvørvið.

Eftirkanningarlistarnir innibera eina røð av ja/nei spurningum, og teir spurningar, ið fáa kross við ja, eiga at verða mettir sum avbjóðingar ella trupulleikar fyri arbeiðsumhvørvið. Arbeiðsplássið eigur tá at geva hesum gætur.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

www.arb.fo

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.