Nú skulu okkara línumenn avhøvdast smb. Búskaparfrøðingi

Júst sum mann hevur kempað seg ígjøgnum eina kreppu, har hús og heim hava staðið í veð, so koma hesi vælbetaltu vardu skúlabørnini, sum forstýraði óupplýst kommunistatrøll, rennandi út úr heita reyða vinstrareiðrinum.

Vit hava nógv at kempa fyri, soleiðis at okkara eftirkomarar kunnu hava eitt nøkunlunda liviligt samfelag at virka í eftir okkum. Eg øtist av slíkum fólki og skilji ikki, hvssu eg kann hava verið so býttur at sett meg og míni í veð í eini fríari vinnu, sum samfelagsleiðslan bráddliga, kyniskt og lættliga kann taka frá okkum, nú vit hava víst, at dugur er í okkum.

Sum sagt, vit hava nógv at berjast ímóti í hesum samfelagnum, nú róðrið er í borðið til bagborð(vinstru). Ringasta av øllum er, tey hava fingið almenna KVF við uppá kynisku framferðina. Tey standa við mikrofonini, meðan hesi sleppa at fortelja Føroya fólki, at hetta er ein marknaðarskipan.

Hetta hevur einki við marknað at gera. Hetta er ein snilda, fyri at skatta vanliga borgaran í hesum landi, og at avmarka (ella avvápna) fría fyritakssemið. Alt skal í reyða reiðrið. Eingin uttan fyri reyða kassan skal vinna. Hetta fer at býta okkum aftur í halan, nú vit eru farin frá hugsjónini “Hann, ið einki váðar, hann einki vinnnur”.

Eg havi sum oftast hug at tiga, tí eg havi faktiskt annað at brúka tíðina til, enn at fortelja fólki á Facebook, at vit mugu verja rættin hjá tí einstaka at vinna, fyri at vit ikki skulu enda sum eitt sovandi óproduktivt taparasamfelag. Men so koma slík innsløg sum hetta í KVF, og tá má mann loysa frá posabandinum fyri at verja vælferðarsamfelagið Føroyar.

Tí eg meti í fullum álvara, at vælferðarsamfelagið Føroyar stendur fyri hóttafalli, um hetta verður kósin, og slíkir BLÓÐREYÐIR skiparar standa við róðrið.

Eyðstein Poulsen (Facebook 08.03.2019)

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: