62 tilburðir í gjár og nú eru 503 smittaði, 4 innløgd og 13 deyð

Í gjár vóru 62 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2352 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 503 smittað og fýra eru innløgd við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: