62 tilburðir í gjár og nú eru 482 smittaði, 2 innløgd og 13 deyð

Í gjár vóru 62 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2445 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 482 smittað, tvey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið